ES-leiðarar tosa um verju og meiri stuðul til Ukraina

ES-leiðarar tosa um verju og meiri stuðul til Ukraina
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, er eisini boðin við á fundin í Brússel
Franski forsetin, Emmanuel Macron, sigur seg vænta, at USA eisini í framtíðini verður ein sameindur hjá Evropa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.03.2025 - 08:46

Í dag hittast ES-leiðarar í Brússel at tosa um, hvussu verjan av Evropa skal styrkjast, og hvussu Ukraina skal stuðlast.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, er eisini boðin við á fundin.

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, hevur skotið upp, at ES-limalondini semjast um at styrkja sína verju fyri 800 milliardir evrur.

Fyri at hetta skal eydnast, verður millum annað skotið upp at broyta ES-reglurnar um fíggjarætlanir, so at búskaparliga veikari lond skulu kunna dubba seg, uttan at koma í vanda fyri at bróta fíggjarligar ES-reglur, og harvið fáa revsing ella krøv um at spara.

Enntá verður skotið upp, at limalond skulu kunna læna pengar, sum ES veitir trygd fyri.

 

Ukraina skal fáa hjálparpakka

Á fundinum verður helst eisini skotið upp at geva Ukraina ein hjálparpakka uppá 20 milliardir evrur.

Týsdagin skrivaði Ursula von der Leyen, at "hetta er løtan hjá Evropa. Vit eru til reiðar at stíga fram."

Og í eini sjónvarpsrøðu til tjóðina í gjár segði franski forsetin, Emmanuel Macron, millum annað, at París fer í næstu viku at vera vertur fyri einum fundi millum allar verjumálaráðharrar í Evropa.

Macron segði seg vænta, at USA eisini í framtíðini fer at vera ein sameindur hjá Evropa.

- Men vit mugu eisini vera fyrireikað uppá at klára okkum uttan amerikanararnar, segði Emmanuel Macron.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859