Landsstýrið má gera greitt, hvat grundstykki kunnu seljast fyri

Landsstýrið má gera greitt, hvat grundstykki kunnu seljast fyri
Formaðurin í Kommunufelagnum sigur, at niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum er stórt inntriv í hundrað ára gamla siðvenju
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri og formaður í Kommunufelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.01.2025 - 13:42

- Landsstýrið má gera púra greitt, um grundstykki skulu seljast fyri kostprís ella ikki.

Tað sigur formaðurin í Kommunufelagnum.

Torbjørn Jacobsen heldur málið vera so mikið prinsipielt, at tað rakar beint inn í allan bústaðarpolitikkin.

12.desember kom Kommunala eftirlitið til ta niðurstøðu, at ein kommuna skal selja grundstykki fyri kostprís.

 

Stórt inntriv

Niðurstøðan byggir á eitt mál í Kollafirði, har Tórshavnar kommuna vildi selja kommunalu grundstykkini fyri 500.000 krónur, hóast metti kostprísurin var 780.000 krónur.

Tað kann ein kommuna ikki, sigur eftirlitið, sum liggur undir Løgmálaráðnum.

Ein slík niðurstøða er so mikið stórt inntriv í hundrað ára gamla siðvenju, at landsstýrið má gera púra greitt, hvat er galdandi, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri og formaður í Kommunufelagnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08012025_Tobbi_og_grundstykkjaprisur

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551