- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurjútska løgreglan: Ov tíðliga at siga nakað um orsøkina til vanlukkuna
Enn er tað tó ov tíðliga at siga nakað um, hvør orsøkin til eldsbrunan og spreingingina umborð á Glyvursnesi, sum í gjárkvøldið kravdi eitt mannalív, var.
Tað sigur Lau Larsen, vaktleiðari hjá løgregluni í Noðurjútlandi.
"Hetta er ein syndarlig vanlukka. Fleiri ymiskir partar eru við í kanningararbeiðinum," sigur hann.
Sjóvinnustýrið biðið um kanning
Tað er føroyska Sjóvinnustýrið, sum hevur heitt á løgregluna og Den Maritime Havarikommission um at kanna vanlukkuna á Glyvursnesi.
Tað boðar Sjóvinnustýrið frá á heimasíðu sínari.
Sjóvinnustýrið boðaði eisini danska Søfartsstyrelsen frá vanlukkuni, og danskir og føroyskir myndugleikar hava í felag fyribils afturhildið skipið.
Hvussu leingi Glyvursnes skal verða verandi í Hirtshals, veit Lau Larsen, vaktleiðari, ikki.
Sambært Sjóvinnustýrinum er tað vanlig mannagongd at kanna slík mál, men eingin ábending er um, at nakað óregluligt er farið fram.