Smyril Line: "Ein syrgiligur dagur hjá okkum øllum"

Smyril Line: "Ein syrgiligur dagur hjá okkum øllum"
Hóast roynt var at geva lívbjargandi viðgerð, so doyði ein av manningini á Glyvursnesi av løstunum hann fekk av spreingingini, váttar Smyril Line í tíðindaskrivi í kvøld
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line
Mynd: savnsmynd  
 
03.01.2025 - 00:04

Smyril Line váttar nú tað, ið danska TV2 skrivaði fyrr í kvøld, at ein av manningini, ið var í maskinrúminum umborð á farmaskipinum Glyvursnesi, er deyður. 

"Eldurin umborð á Glyvursnesi er sløktur eftir spreingingina fyrr í kvøld. Tríggir av manningini vóru í maskinrúminum, tá spreingingin hendi, og hóast lívbjargandi viðgerð andaðist ein teirra. Avvarðandi hava fingið boð," skrivar Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, í tíðindaskrivi. 

Hinir báðir, ið vóru í maskinrúminum, eru á sjúkrahúsi og fáa viðgerð fyri brunasár og roykeitran.

TV2 hevur fingið váttað frá løgregluni í Norðurjútlandi, at støðan hjá øðrum er kritisk, og at talan er um føroyingar. 

Sambært Smyril Line, so er manningin flutt av skipinum og fær kreppuhjálp.

Eisini tey avvarðandi fáa tilboð um kreppuhjálp. 

"Hetta er ein syrgiligur dagur hjá øllum okkum í Smyril Line, og okkara tankar eru hjá teimum avvarðandi," skrivar Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, í tíðindaskrivinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Tájól í Meðalbý.
185911
Mánadag 6. januar
Morgunlestur mánadagur 6. januar 2025
185358
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736