Eingin hevur meldað borgarstjóran í Sunda kommunu

Eingin hevur meldað borgarstjóran í Sunda kommunu
Løgreglan fer ikki av sínum eintingum upp í málið, men heitir á fólk, sum hava verið fyri blúnisbroti, um at melda
Kári Jacobsen er deildarleiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.
 
02.01.2025 - 18:00

Eingin hevur higartil meldað Eyðstein Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, fyri at hava sent ónærisligar myndir.

Løgreglan fer heldur ikki av sínum eintingum upp í málið, men heitir á fólk sum heild, ið hava verið fyri blúnisbrotum - eitt nú, um tey hava fingið sendandi myndir av kynsgøgnum, sum tey ikki hava biðið um - um at melda til løgregluna. 

- Slíkt er lógarbrot, sigur Kári Jacobsen, politikomisserur og deildarleiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02012025_Logreglan

 

Í gjár heitti varaborgarstjórin í Sunda kommunu, Jóhanna Paula við Streym, á fólk, sum uttan samtykki hava fingið ónærisligar myndir sendandi, um at melda tað til løgregluna.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Leygardag 4. januar
Morgunlestur leygardagur 4. januar 2025
185357
Leygardag 4. januar
Upp á tá - 030125
185863
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722