Enniberg á veg í Barentshavið

Enniberg á veg í Barentshavið
34 mans eru við flakatrolaranum fyrsta túrin í ár
Enniberg, tá hann fór av Havnini í gjárkvøldið.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
03.01.2025 - 15:00

Enniberg er á veg í norska partin av Barentshavinum á fyrsta túrinum í ár.

Trolarin loysti á Havnini  um hálvgum tíggju tíðina í gjárkvøldið.

Sambært nýggju fiskirættindavtaluni við Russland í ár, kann øll kvotan í russiska partinum av Barentshavinum fiskast í norska partinum. 

Í fjør kundi umleið helvtin flytast í norskan sjógv. 

Kvotan við Svalbard má tó øll fiskast við Svalbard.

 

34 mans

34 mans eru við Ennibergi fyrsta túrin í ár.

Allur fiskurin verður skorin til flak.

Seinastu túrarnir hjá Ennibergi hava vart hálvan triðja mánað, og vanligt er gera skipið út til hálvan triðja mánað hvønn túr. 

Karl Danielsen, skipari, væntar, at komið verður á fiskileið 6. januar. 

 

Myndir: Bárður Lydersen

 

Mynstrað verður umborð.

 

Teir proviantera.

 

Karl Danielsen er skipari á Ennibergi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856