Nógv meira tollfrítt keypt

Nógv meira tollfrítt keypt
Tollfría sølan av rúsdrekka er vaksin nógv seinastu 10 árini 
Nógv, sum fyrr var keypt uttanland, verður nú mkeypt í tax-free handlinum á flogvøllinum í Vágum, heldur Rúsdrekkasølan.
 
02.01.2025 - 07:59

Tollfría sølan av rúsdrekka er vaksin nógv seinastu 10 árini. 

Hon var 14.903 alkoholitrar í 2013 og 28.814 litrar í 2023.

Vøksturin er 93 prosent.

Til samanberingar vaks innlendissølan, tað er tað, sum ikki er tollfrítt, 75 prosent.

Tað sigur ársfrágreiðingin hjá Rúsdrekkasølu landsins fyri 2023.

Serliga er sølan vaksin nógv, tá talan er um reint alkohol í víni.

Hon var 3.407 litrar í 2013.

Hon var næstan trífalt størri í 2023, tá hon var 9.421 litrar av reinum alkoholi.

At stórur vøkstur er í tollfríari sølu nýtist tó ikki at merkja, at nýtslan er vaksandi. 

Talan kann vera um, at nógv tollfrí søla, sum fyrr var í Kastrup og øðrum floghavnum uttanlands, nú er á flogvøllinum í Vágum, stendur í ársfrágreiðingini hjá Rúsdrekkasøluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772