Hava nú valt nevndirnar í Sørvágs kommunu

Hava nú valt nevndirnar í Sørvágs kommunu
Sørvágs kommuna
 
02.01.2025 - 09:00

Næstsíðsta kvøldið í fjør skipaði Sørvágs bygdaráð seg á skipanarfundi, har høvuðsnevndirnar vórðu valdar fyri komandi fýra ára skeiðið.

Borgarstjóri og varaborgarstjóri vóru vald á fundinum 19. november - tey eru ávikavist Eyð Ellingsgaard og Jón Joensen, men eftir var at fáa nevndirnar avgreiddar.

 

Eyð Ellingsgaard heldur fram sum borgarstjóri í Sørvágs kommunu.

 

Í fíggjarnevndini er borgarstjórin fastur formaður, men hinir formanssessirnir síggja soleiðis út:

Hans Kári Hansen er formaður í teknisku nevnd, Helena Heðinsdóttir Guttesen í trivnaðarnevndini, Tóki Joensen í vinnunevndini og Elias Davidsen í havnarnevndini.

Hans Kári Hansen var valdur í nevndina hjá SEV.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450