Torkil skal stýra súkklarunum

Torkil skal stýra súkklarunum
Fyrrverandi yrkissúkklarin Torkil Veyhe,skal venja føroyska landsliðið í súkkling og triatlon til 2027. Størstu avbjóðingarnar eru Oyggjaleikirnir í Orknoyggjum og Føroyum
Torkil Veyhe var við á Oyggjaleikalandsliðnum so seint sum í 2023 á Guernsey
Mynd: savnsmynd  
 
30.12.2024 - 10:44

Fyrrverandi yrkissúkklarin Torkil Veyhe skal venja føroyska landsliðið í súkkling og triatlon til 2027, skrivar Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon.

Størstu altjóða uppgávurnar hetta tíðarskeiðið eru Oyggjaleikirnir næsta ár í Orknoyggjum og leikirnir í Føroyum í 2027.

Torkil Veyhe vísti sínar súkkludygdir á Oyggjaleikum við m.a. gullheiðursmerki í einkultstarti í Jersey og Gotlandi í ávíkavist 2015 og 2017, og í fleiri ár royndi hann seg sum yrkissúkklari.

- Vónin er, at fjølbroyttu royndirnar og førleikarnir hjá Torkili fara at hjálpa okkara fremstu súkklu- og triatloníðkarum at mennast enn meiri, skrivar sst. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878