Stórar broytingar á veg í fiskivinnuni

Stórar broytingar á veg í fiskivinnuni
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt uppskot um stórar broytingar í sjófeingislógini 
Næsta ár skal løgtingið taka støðu til stórar broytingar í fiskivinnuni.
 
23.12.2024 - 06:25

Nú sleppa uppsjóvarskip at landa helvtina av veiðuni uttanlands.

Talan er um svartkjaft, makrel og norðhavssild. 

Tað ætlar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Hann hevur gjørt uppskot um nógvar broytingar í sjófeingislógini. 

Reglurnar um útlendskan ognarskap verða herdar. 

Útlendingar kunnu sambært galdandi lóg eiga 25 prosent í einum felagi við veiðirættindum fram til 1. januar 2032, tá teirra ognarlutur skal vera á føroyskum hondum. 

Hetta merkir eisini, at útlendskur ognarskapur, fram til 2032, kann vaksa upp til 25 prosent.

Samstundis sum nýggj feløg í fiskiveiðuni kunnu stovnast við útlendskum ognarskapi.

Reglurnar vera nú broyttar soleiðis, at nýggjur útlendskur ognarskapur ikki kann keypa seg inn í føroysk feløg við veiðirættindum.

Og verandi útlendskur ognarskapur kann ikki víðka sín ognarlut ella avgerðarrætt fram til 1. januar 2032, tá allur útlendskur ognarskapur skal vera úti úr føroyska veiðiliðnum

Fleiri skulu sleppa framat

Og fiskirættindini skulu á fleiri hendur.

Nú kann eitt reiðarí eiga millum 20 og 35 prosent av fiskirættindunum.

Hetta skal niður í 15 prosent.

Barentshavið fer tó niður í 25 prosent. 

Men fólk og feløg varðveita tó tey rættindi, sum tey hava fyri ætlaðu lógarbroytingina.

Javnseting

Og tey, sum eru í uppsjóvarvinnuni, skula javnsetast, so tey virka undir somu treytum, tá kvoturnar broytast. 

Tá heildarkvotan upp um eitt ásett mark, vera nøgdirnar oman fyri markið atkomiligar hjá teimum, sum frammanundan hava lutfalsliga lítlar kvotur. 

Uppskotini er til hoyringar til 20. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772