Ferðavinnufelagið: Heimablídni verður misbrúkt

Ferðavinnufelagið: Heimablídni verður misbrúkt
Alt fleiri selja mat heimanífrá, og selja køkur, vaflur, pitsur, matpakkar og gera matveiting til tiltøk uttan at vera í heimablídni ella vera løggild, sigur Ferðavinnufelagið
Savnsmynd
 
18.12.2024 - 12:03

Heimablídni verður misbrúkt, og dømi eru um ólógligt virksemi. 

Tað hevur vundið upp á seg, at alt fleiri selja mat heimanífrá og fleiri eru farin at selja eitt nú køkur, vaflur, pitsur, matpakkar og gera matveiting til tiltøk og mangt annað, uttan at vera í heimablídni ella løggild.

Tað sigur Ferðavinnufelagið.

Felagið hevur havt broytingar í tveimum kunngerðum um matvørur til hoyringar, millum annað nýggja skipanina við brámyndum, sum felagið tekur undir við.

 

Mæla til at endurskoða heimablídni

Ferðavinnufelagið mælir til at endurskoða heimablídni fyri at verja góðkenda og løggilda virksemið.

Tey, sum fara undir matvøruvirksemi, skulu skrásetast og útvega sær loyvi. 

Hetta ger javnari og rættvísari kapping. 

Matstovuvinnan stríðist fyri at yvirliva.

Tí er tað umráðandi, at henda vinnan ikki eisini skal kappast við ólógligt heimablídni, sigur Ferðavinnufelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772