Forsetin møtti ikki

Forsetin møtti ikki
Suðurkoreanski forsetin møtti ikki upp til fyrstu avhoyringarnar, nú øll tilgongdin verður kannað, síðani hann fyrr henda mánaðin lýsti undantaksstøðu í landinum.
Suðurkoreanski forsetin Yoon Suk Yeol
Mynd: AFP  
 
15.12.2024 - 14:22

Ákæruvaldið í Suðurkorea er farið undir at kanna alla tilgongdina, nú Yoon Suk Yeol, forseti, er skuldsettur fyri valdsmisnýtslu.

Fyrst í desember elvdi hann til politiskan ruðuleika við at lýsa undantaksstøðu í landinum, og í dag møtti ikki til avhoyringina, ákæruvaldið í Suðurkorea annars hevði kallað hann inn til.

Í gjár samtykti suðurkoreanska tjóðartingið at ákæra Yoon Suk Yeol fyri at lýsa undantaksstøðu í landinum, og tí fyribils loysa hann úr starvi, meðan kanningarnar fara fram.

Hetta er tó treytað av, at ákærumálið verður góðkent av grundlógardómstólinum í Suðurkorea. Øll tilgongdin, sum skal fáa greiðu á politisku støðuna í Suðurkorea, fer væntandi at taka fleiri mánaðir.

Sambært tíðindastovuni Yonhap fer ákæruvaldið nú at senda forsetanum eina nýggja innkalling til avhoyringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823