Toppskorarin: Listi Á fær ov lítið í sín part

Toppskorarin: Listi Á fær ov lítið í sín part
Ólavur Larsen, sum er fyrstvaldur í nýggja býráðið í Fuglafirði, hevur ongan skund at kalla býráðið saman at skipa seg
Vinstrumegin Ólavur Larsen, sum var fyrstvaldur á kommunuvalinum í Fuglafirði. Dávur Juul skal eftir ætlan halda fram sum borgarstjóri í nýggja valskeiðnum.
 
12.12.2024 - 12:54

Listi Á fær ov lítið í sín part eftir góða úrslitið á kommunuvalinum 12. november.

Tað heldur Ólavur Larsen, fyrstvalda umboðið á listanum og toppskorari í Fuglafjarðar kommunu.

Tað áliggur tí honum at kalla nýggja býráðið inn at skipa seg.

Ólavur Larsen var á lista Á, men listi B og F hava skipað seg í valbólk við meiriluta í býráðnum, og ætlanin er, at sitandi borgarstjórin, Dávur Juul, skal halda fram.

Listi B og F hava boðið  lista Á +atta av 18 nevndarsessum, men hetta er lítið meir enn tað lógarkravda, og tí fær Listi Á ikki nóg mikið í sín part samanborið við valúrslitið, sigur toppskorarin í Fuglafirði.

Býráðið skal verða skipað fyri 1. januar, men í løtuni er líkt til, at Ólavur Larsen fer at lata tíðina ganga eitt sindur aftrat, áðrenn hann fer at boða til skipanarfund.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12122024_Olavur_Larsen

 

Hoyr samrøðu við Dáva Juul, borgarstjóra í Fuglafirði, sum eftir ætlan eisini skal vera borgarstjóri eftir 1. januar:


 

12122024_Davur_Juul

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035