Noreg: Aftur ein vánalig kanning hjá Arbeiðaraflokkinum

Noreg: Aftur ein vánalig kanning hjá Arbeiðaraflokkinum
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, viðgongur, at úrslitið er sera vánaligt, men hann væntar framvegis, at Arbeiðaraflokkurin fer at vinna stórtingsvalið næsta ár
Nýggjasta kanningin vísir, at var val nú, hevði Arbeiðaraflokkurin hjá Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra, bara fingið góð 14 prosent av atkvøðunum.
 
10.12.2024 - 08:35

Tað gongur í løtuni illa hjá norska forsætisráðharranum Jonas Gahr Støre í veljarakanningunum.

Bløðini Vårt land og Dagbladet kunngjørdu í gjárkvøldið veljarakanning, har Arbeiðaraflokkurin hjá Støre fær 14,2 prosent av atkvøðunum.

- Eingi ivi er um, at hetta er sera vánaligt. Eingin ivi er heldur um, at Arbeiðaraflokkurin liggur ov niðarlaga í veljarakanningunum nú. Og tað taki er sum floksformaður í álvara. Nú skulu vit vísa, hvørjum vit eru gjørd úr, tí vit skulu klára okkum betur enn hetta, segði Støre við norska TV2 í gjár.

Formaðurin í Arbeiðaraflokkinum sigur, at flokkurin hevur verið nógv í middeplinum nú, og tað hevur leikað hart á.

- Frameftir skulu og mugu vit hugsavna okkum um politisk mál, sum hava týdning fyri fólk. Tað er nógv, sum leikar á á valinum í september. Aðalmálið hjá høgravonginum er at skerja ognarskattin hjá teimum, sum hava mest. Tað er ikki svarið til avbjóðingarnar, sum vanlig fólk hava í gerandisdegnum. Eg vænti, at vit kunnu vinna valið næsta ár, segði Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiðaraflokkinum, við TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878