- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur stjóri í Meginfelag Búnaðarmanna
Nýggjur stjóri í Meginfelag Búnaðarmanna
Tony Weyhe tekur við eftir Hákun Steingrímsson, sum fór frá herfyri
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
06.12.2024 - 11:25
Tony Weyhe tekur við sum stjóri í Meginfelag Búnaðarmanna 1. januar.
Hann tekur við eftir Hákun Steingrímsson, sum hevur verið stjóri í meira enn 12 ár.
Í november gjørdu nevndin og Hákun Steingrímsson fráfaringaravtalu, tí felagsstevið var ikki, sum tað hevði verið, var sagt.
Karl á Høvdanum, fíggjarleiðari, hevur verið fyribilsstjóri siðani.
Tony Weyhe, sum er virkisleiðari á mjólkarvirkinum, verður triði stjórin í søgu felagsins.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV