- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hægstrættur í Rumenia vrakar úrslitið av forsetavalinum
Hægstirættur í Rumenia hevur vrakað úrslitið av fyrra umfari av forsetavalinum, sum fyri stuttum var í landinum, skrivar Reuters.
Fyrsta valumfar skal haldast umaftur, og stjórnin skal gera av, nær tað verður, sigur grundlógardómstólurin.
Seinna umfar skuldi eftir ætlan vera nú um vikskiftið.
Á forsetavali í Rumenia. Nú skal valið haldast umaftur. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)
Russland ávirkaði
Avgerðin kemur eftir at skjøl, sum fregnartænastan hevur fingið hendur á, vísa, at Russland hevði eina samskipaða ávirkanarherferð fyri at hjálpa russiskvinarliga valevninum, Calin Georgescu.
62 ára gamli Georgescu vann fyrra umfar við 22,9 prosentum av atkvøðunum, og miðhøgra valevnið Elena Valerica Lasconi gjørdist nummar tvey við 19,2 prosentum.
Georgescu, sum er uttanflokkamaður, er bergtikin av russiska forsetanum, Vladimir Putin. Georgescu hevur tvíhildið um, at hann fer at steðga rumensku hernaðarhjálpini til Ukraina.
Rumenia er limur í bæði ES og Nato.
Á Tik Tok
Undan valinum var undirtøkan fyri Gerogescu niðri á fimm prosentum, men hann vann fyrra valumfar við 23 prosentum.
Sambært rumenskum fregnartænastuupplýsingum, var Georgescu undir valstríðnum nógv at síggja á TikTok gjøgnum málrættaðar brúkarar og við at rinda fyri lýsingar.
Men Georgescu hevur sjálvur sagt, at hann ikki hevur rindað eina krónu fyri valstríðið.