- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvir veikleikar í lógaruppskoti

Ófráboðaðir fyrispurningar til landsstýrisfólk og løgmann eru á dagsskránni hjá løgtinginum í dag.
Annars eru seks triðju viðgerðir og eisini seks aðru viðgerðir, so 12 atkvøðugreiðslur vera í tinginum í dag.
Millum annað skal tingið atkvøða um lógaruppskotið um tillagað starv.
Meirilutin í trivnaðarnevndini, nevndarlimirnir hjá andstøðuni, mæla frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrinum.
Meirilutin heldur, at høvdu hoyringar verið, var hetta málið als ikki komið í løgtingið, tí øll, sum eru hoyrd, eru í móti tí.
Nógvir veikleikar eru í uppskotinum, sigur meirilutin. Hann nevnir sjey veikleikar.
Millum annað vera færri á arbeiðsmarkaðinum, og sparing verður eingin.
Samgonguumboðini í nevndini mæla til at samtykkja uppskotið.
Tey heita á landsstýriskvinnuna í almannamálum um saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at eftirmeta skipanina og kanna, hvørjar tillagingar eiga at vera gjørdar fyri at framtíðartryggja skipanina.
Trivnaðarnevndin viðgjørdi uppskotið á seks fundum.