Sleppur undan at fara av landinum - serstakt tilboð verður skipað í Føroyum

Sleppur undan at fara av landinum - serstakt tilboð verður skipað í Føroyum
Fyrstu tíðina koma starvsfólk frá danskari vikarstovu til Føroya at røkja uppgávuna
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2024 - 13:11

15 ára gamli drongurin, sum skuldi sendast av landinum, tí onki tilboð var til hansara, verður ikki sendur til Danmarkar kortini.

Ein millión verður flutt frá játtanini til "Barnaverndarstovnar" til játtanina til “Stuðul til barnavernd” fyri 2024, og soleiðis ber til hjá honum at verða verandi í Føroyum. Tað krevur tó eisini serstaka játtan frá 2025. 

Djóni Nolsøe Joensen segði í síðstu viku við Frihedsbrevet, at breið politisk undirtøka er fyri fyri, at børn sum tann 15 ára gamli skulu ikki sendast av landinum.  

Fyrstu tíðina vera tað útlendsk starvsfólk, sum fara at arbeiða við hesum bólkinum av ungum við atferðartrupuleikum. Munurin er tó tann, at tey ungu verða ikki send av landinum, men starvsfólk frá einari danskari vikarstovu koma til Føroya at røkja uppgávuna. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

02122024_Djoni

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238