Stúrin um vegaføringina til Suðuroyartunnilin

Stúrin um vegaføringina til Suðuroyartunnilin
Kunningarfundur var heima á Sandi í gjárkvøldið um tunnilsætlanina
Baldur av Skarði.
 
27.11.2024 - 10:56

Í hesum døgum verður skipað fyri kunningartiltaki um Suðuroyartunnilin. Í gjárkvøldið var kunningarfundur heima á Sandi, og Mørkin Mikla var stúgvandi full av áhoyrarum.

Baldur av Skarði, sum er fluttur til Sands við húski, er stúrin um, at vegurin til Suðuroyartunnilin fer gjøgnum Sands bygd.

Hann vísir á, at verður ferðslan meira enn tvifaldað, verður tað ótrygt bæði hjá børnum og vaksnum.

Baldur av Skarði heldur eisini vansar vera, at tunnilsmunnin verður í Djúpadali við Stóravatn, tí vandi er fyri umhvørvinum har,  

Hann sigur, at lítið hevur verið kunnað um verkætlanina, og hoyringarfreistin til størstu verkætlan ú landinum er eisini sera stutt.

Hoyr samrøðu, sum Annika Bolton Mortensen gjørdi við Baldur av Skarði í Degi og Viku í gjárkvøldið:

 

BALDUR_TUNNIL

 

Í kvøld klokkan 19 verður kunningarfundur um Suðuroyartunnilin í Finsen í Havn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948