- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskimálaráðið eisini frídømt í landsrættinum
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið er frídømt í Landsrættinum.
Dómur var í gjár sagdur í Landsrættinum, har Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fekk viðhald í einum máli ímóti partafeløgunum Thor og BankNordik.
Málið byrjaði í rættarskipanini í 2014, í sambandi við at djúpvatnstrolarin Phoenix hjá P/F Thor ikki fekk royndarloyvi at fiska stinglaks við smámeskaðum troli.
Síðst í 2008 bleiv royndarfiskiskapurin eftir stinglaksi umskipaður soleiðis, at talið á loyvum í 2009 eftir tilmæli frá Havstovuni varð minkað úr trimum niður í tvey loyvir.
Tá ið Phoenix fekk fíggjarligar trupulleikar í 2008 og gavst við sínum virksemi, keypti BankNordik trolaran á tvingsilssølu, og seldi Thor trolaran árið eftir.
Áðrenn hann fór á tvang, hevði Phoenix saman við tveimum øðrum skipum royndarloyvi at fiska stinglaks.
Fingu ikki royndarloyvi
Thor søkti um royndarloyvi til stinglaks fyri 2010, men Fiskimálaráðið sýtti hesum.
Tí stevndu Thor og BankNordik Fiskimálaráðnum.
Endurgjaldskravið hjá pørturnum móti Fiskimálaráðnum var komið upp í slakar seks milliónir krónur.
Landsrætturin hevur nú staðfest, at avgerðin hjá Fiskimálaráðnum um at minka talið á loyvum úr trimum niður í tvey var saklig, og hetta er eisini galdandi fyri avgerðina um ikki at lata loyvið til trolaran Phoenix.
Grundarlag ikki fyri endurgjaldsskyldu
Grundarlag var tí ikki fyri at áleggja Fiskimálaráðnum endurgjaldsskyldu.
Landsrætturin hevur sostatt staðfest dómin hjá Føroya Rætti frá 16. mars í fjør
Partafeløgini Thor og BankNordik skulu innan 14 dagar rinda Fiskimálaráðnum 130.000 krónur í sakarmálskostnaði.
Trolarin Phoenix liggur í dag í Esbjerg, har hann hevur ligið í nøkur ár.