
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Form. í Búskaparráðnum: Brúkarin kann fáa fyrimunir av stórrakstri
Form. í Búskaparráðnum: Brúkarin kann fáa fyrimunir av stórrakstri
SMS-samtakið og Føroya Keypssamtøka fara eftir ætlan á útlendskar hendur

Íslendska samtakið, Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum, ætlar at keypa allan partapeningin í P/F SMS-samtakinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
20.11.2024 - 11:10
- Føroyski brúkarin kann fáa stórrakstrarfyrimunir, tá matvøruhandlar verða seldir av landinum.
Tað sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum.
At fyritøkur sum til dømis SMS og Føroya Keypssamtøka fara á útlendskar hendur, kann tó samstundis hava við sær, at yvirskotið verður flutt av landinum, heldur enn at fara í føroyska landskassan:
20112024_Johnny_um_handlar
Johnny í Grótinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Íslendska samtakið, Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum, ætlar at keypa allan partapeningin í P/F SMS-samtakinum.
Hetta krevur, ar mynbdugleikarnir geva loyvi til tess.
Fredensborg og Omegns Brugsforening ætlar at yvirtaka Føroya keypssamtøku.
Kappingareftirlkitið skal eisini góðkenna hetta, og skal hava møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna í seinasta lagi 22. november.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV