Færri verða koppsett, men játtanin minkar ikki

Færri verða koppsett, men játtanin minkar ikki
Í løtuni verður nógv gjørt burturúr at vísa á tilboðini um koppsetingar, og roknað verður við, at fleiri taka av tilboðnum um koppseting, sigur Heilsumálaráðið
Heilsumálaráðið svarar, at torført er at meta nágreiniliga, hvussu nógv koppsetingarnar kosta. (Savnsmynd)
 
19.11.2024 - 08:05

Hóast færri og færri lata seg koppseta, minkar játtanin í fíggjarlógini til ókeypis koppseting ikki.

Tað heldur fíggjarnevndin vera løgið.

Hon hevur tí spurt Heilsumálaráðið, hvussu tað ber til.   

Heilsumálaráðið svarar, at torført er at meta nágreiniliga, hvussu nógv koppsetingarnar kosta. 

Tilboðini um ókeypis koppseting fyri smittandi sjúkur vera viðhvørt broytt.

Tí kann vera trupult at siga, hvussu næstu árini fara at vera. 

 

Færri børn

Burðartalið er minkað seinastu trý árini.

Tað sæst aftur í útreiðslunum til at koppseta børn. 

Útreiðslurnar av influensakoppseting vísa seg seint í árinum, tá koppsett verður.

Í løtuni verður nógv gjørt burturúr at vísa á tilboðini um koppsetingar. 

Við hesum átøkum í huga verður roknað við, at fleiri fara at taka av tilboðunum um at lata seg koppseta.

Tí lækkar jattanin ikki í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025, sigur Heilsumálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008