- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kongaliga grundin í Vestmanna komin undan
Kongaliga grundin í Vestmanna komin undan
Grundin hjá kongaliga einahandlinum í Vestmanna er komin undan aftur. Hon hevur annars verið undir mold síðani 80'ini.
08.04.2025 - 19:23
Grundin hjá kongaliga einahandlinum í Vestmanna er komin undan aftur. Hon hevur annars verið undir mold síðani 80'ini, men nú er kommunan farin undir at grava bakkan burtur, sum hevur fjalt grundina. Yvirparturin av kongaliga einahandlinum varð tikin niður í 1940'unum, í samband við at gamli skúlin var bygdur og í 80'unum fór hon so undir mold. Enn einaferð í samband við skúlabygging.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV