Trý feløg eftir at samráðast við

Trý feløg eftir at samráðast við
Eingin samráðingarfundur er ásettur enn
Jan Mortensen er stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.11.2024 - 15:11

Nú sáttmáli er gjørdur við Starvsfelagið, hevur Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum trý feløg at samráðast við í heyst.

Tey eru Ljósmøðrafelagið, Kost- og føðslufelagið og felagið hjá lærarum á Vinnuháskúlanum.  

Samskifti er millum partarnar, men eingin samráðingarfundur er ásettur enn, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið fara at samráðst í næstu viku.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið skal eisini samráðast við Heilsurøktarafelagið og við Føroya arbeiðarafelag um dagrøktarar nú í heyst.

Samráðingarnar við Maskinmeistarafelagið vera væntandi tiknar uppaftur í næstu viku, sigur Anita Fuglø, leiðari hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946