- Tíðindi, mentan og ítróttur
Raðfesta bústaðir, børn, gomul og umhvørvið
Raðfesta bústaðir, børn, gomul og umhvørvið
28 ára gamla Elsa Berg verður yngsti borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
14.11.2024 - 13:57
Bústaðir, barna- og eldarøkið og umhvørvið.
Tað verða høvuðsøkini, sum Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin fara at arbeiða við í Tórshavnar kommunu næstu fýra árini.
Á odda fyri hesum arbeiði verður tjóðveldiskvinnan Elsa Berg, sum við sínum 28 árum er yngsti borgarstjóri í høvuðsstaðnum.
Hon var í Breddanum fyrrapartin:
14122024_Elsa_Berg
Allur Breddin kann hoyrast her.
Elsa Berg hevur sum fyrstvald boðsent nývalda býráðnum til fundar klokkan 17.30 at skipa býráðið og at velja nevndir.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Tað stóð nógv á valevnunum í í ítróttahøllini á Hálsi valkvøldið.
Hesir báðir sluppu ikki í samgongu.
Fólkaflokkurin slapp heldur ikki í samgongu.
Samgongutingingar í ítróttahøllini á Hálsi valkvøldið. Endin var, at Guttormur í Skála á Borgaralistanum slapp í samgongu við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin.
Bergur R. Dam Joensen gjørdi gott val í Kollafirði.
Nýggjastu sendingar í ÚV