Landsrætturin staðfesti dómarnar um eldin á Stykkinum

Landsrætturin staðfesti dómarnar um eldin á Stykkinum
Eldurin gjørdist so mikið stórur, at hann festi í eini grannahús, og bæði húsini fingu stóran skaða
Ásetti eldurin á Stykkinum var 21. september 2021 og gjørdi stóran skaða.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.11.2024 - 09:10

Dómarnir hjá Føroya rætti um eldin á Stykkinum í september 2021 vóru staðfestir í Eystara landsrætti í gjár.

Ein maður fyrst í tjúgunum fekk í Føroya rætti hálvt annað ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri eldáseting.

Eldurin gjørdist so mikið stórur, at hann festi í eini grannahús. 

Bæði húsini fingu stóran skaða.

Maðurin var eisini funnin sekur í at hava sett eld á ein bil sama kvøldið sum eldurin var á Stykkinum.

Og ta avgerðina skeyt inn fyri Landsrættin, tí hann sigur, at hann ikki hevur sett eld á nakran bil.

Men Landsrætturin staðfesti dómin hjá Føroya rætti.

 

Landsrætturin staðfesti dómarnar í málinum eldáseting á Stykkinum. 

 

Fríkenning staðfest

Ein annar maður, eisini fyrst í tjúgunumm, var ákærdur og dømdur, men fríkendur fyri eldáseting. 

Ta fríkenningina fór ákæruvaldið í Landsrættin við.

Ákæruvaldið heldur uppá, at hann hevur viðvirkað til eldáseting. 

Men Landsrætturin staðfesti dómin hjá Føroya rætti.     

Maðurin fekk annars tríggjar mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri innbrot og eitt harðskapsmál.

Hann skal, sambært dóminum, eisini gera 80 tímar samfelagstænastu.

Tann dómin staðfesti Landsrætturin eisini.
    
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817