Hækkaður pensjónsaldur var treyt fyri semjuni um Suðuroyartunnilin

Hækkaður pensjónsaldur var treyt fyri semjuni um Suðuroyartunnilin
Ruth Vang, landsstýriskvinna, leggur dent á, at eingin avgerð er tikin um at fara undir Suðuroyartunnilin, men bara at fyrireika málið
Fríggjadagin var skrivað undir politiska semju um Suðuroyartunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.11.2024 - 14:02

Semjan at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár gjørdi, at Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tók undir við, at arbeiðast skal víðari við tunnilsverkætlanini til Suðuroyar.

 Ruth Vang sigur seg taka undir við atfinningunum hjá Maluni Johansen, stjóra í Landsbankanum, sum hevur sagt, at vit hava ikki ráð til Suðuroyartunnilin nú.

 

Í fíggjarlógaruppskotinum, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna, legði fram, verða 100 milliónir kr. settar av til Suðuroyartunnilin næsta ár. Og 100 milliónir verða eisini settar av í 2006. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Men landsstýriskvinnan leggur dent á, at eingin avgerð er tikin um at fara undir Suðuroyartunnilin. 

Peningurin, sum semja er um at brúka, fer til at gera fyrireikingararbeiðið, sigur Ruth Vang.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Suduroyartunnil_og_Ruth

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835