Størri vetrarferðavinnu

Størri vetrarferðavinnu
- Vit skulu hava líka nógv ferðafólk um veturin sum um summarið, sigur Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari í Visit Faroe Islands.
 
10.11.2024 - 18:32

Hon vísir eisini á, at vit kunnu vera við innan nýggjastu rákini í ferðavinnuni, sum eru “cool-cation” og stjørnuferðavinna. 

- Tað verða serliga vinnuferðafólk, sum fara at koma hendan vegin um veturin, sigur Súsanna Sørensen, ið vísir á at rák eru í ferðavinnuni fyri komandi ár, ið passa væl til Føroyar sum ferðamál, eisini um veturin.

- Vit eru heppin, tí vit bjóða júst tað, sum stórur eftirspurningur er eftir í ferðavinnuni í hesum døgum, sigur marknaðarleiðarin.

Tey hjá Visit Faroe Islands arbeiða við nýggjum málbólkum, sum millum annað fevna um “cool-cation”, har fólk úr heitum londum leita til kaldari lond, og “astro tourism”, sum er stjørnuferðavinna.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Súsannu Sørensen:

2024-11-10-Susanna-Sorensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535