Fiskamarknaðurin: Misjavnur fiskiskapur

Fiskamarknaðurin: Misjavnur fiskiskapur
Onkur skip hava havt góðan fiskiskap og aðrir hava havt smáligt fiskarí. Og flestu útróðrarbátar liggja inni fyri veður
Tað er eitt sindur misjavnt, hvussu fiskaríið hilnast hjá teimum ymisku báta- ella skipasløgunum
 
26.01.2025 - 12:22

Partrolararnir hava havt góðan fiskiskap seinastu vikuna.

Tað skrivar Fiskamarknaður Føroya á heimasíðu síni, har tey eisini siga, at øll pørini eru til fiskiskap, og at nøkur teirra landa í vikuni.

Hinvegin er fiskiskapurin hjá trolbátunum misjavnur. Fýra trolbátar hava verið til fiskiskap seinastu dagarnar, ein hevur roynt á Skveivabanka og ein eystanfyri, teir hava roynt eftir havtasku og teir hava hava havt brúkiligt fiskarí. Hjá teimum báðum, sum hava roynt norðanfyri hevur fiskaríið verið smáligt. Teir hava roynt eftir toski og hýsu. Allir trolbátarnir landa mánadagin.

Tvey garnaskip eru úti, tey fiska svartkalva og eisini tey hava havt smáligt fiskarí. Garnaskipini landa væntandi síðst í vikuni, skrivar fmf.fo.

Eitt ísfiskalínuskip fiskar við Føroyar og fær mest av hýsu og tosk. Tað landar í vikuni. Fýra frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Restin liggur við bryggju, men væntandi fer okkurt frystilínuskip avstað í næstum.

Ein ísfiskatrolari hevur verið eftir toski á Íslandarygginum, hann landar í morgin. Ein frystitrolari fiskar svartkalva og allir hinir liggja við bryggju.

Sjálvt um streymurin hevur verið góður, so eru veðurvánirnar ikki góðar, og tí væntar Fiskamarknaðurin ikki við nógvum útróðri næstu vikuna. Streymurin harðnar eisini, sum vikan gongur, men kanska onkur av teimum størru bátunum fer onkran túr, skrivar Fiskamarknaðurin altso á heimasíðu síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878