- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hondbóltur: Oddaliðini styrktu sína støðu
Oddaliðini í bestu hondbóltsdeildunum hjá kvinnum og monnum vunnu sínar dystir í dag og styrktu harvið um sína støðu.
Hjá monnum fylgdust Neistin og Kyndil á Hálsi, til steðgurin nærkaðist og oddaliðið fór nøkur mál framum. Við Tobiasi Thisen, sum skoraði níggju, á odda fór Kyndil so líðandi undan og vann 26-19.
StÍF hevði stórar trupulleikar av Team Klaksvík á Skála, har tað var javnleikur, tá bert 12 minuttir vóru eftir. Strandingar strammaðu seg kortini upp, vunnu síðstu løtuna 5-2 og dystin 29-26. Sofus í Selvindi Nattestad skeyt seks mál fyri StÍF, meðan Beinir Johannesen var toppskjútti hjá Team Klaksvík við níggju málum.
Triðja dystin í Burn-deildini vann H71 sannførandi á KÍF. Kollfirðingar sóu gott út fyri viku síðan, tá teir vunnu á StÍF, men teir høvdu ongan kjans ímóti hoyvíkingum, sum vunnu 28-23. Brian Slyne gekk á odda við 10 málum fyri H71, meðan Fríði Weyhe skoraði seks ferðir fyri KÍF.
Sí støðuna í Burn-deildini her
H71 og VÍF kappast um 2. plássið
Hjá kvinnum hekk Neistin í Kyndli fyrstu løtuna, og hóast tær grønu síðan høvdu tamarhald á varð munurin ongantíð stórur í dystinum, sum endaði 25-22 til Kyndil, har Turið Arge Samuelsen enn einaferð gekk á odda við níggju málum.
Liðini, sum kappast um 2. plássið - VÍF og H71 - vunnu bæði greitt. Tó so, EB stríddist væl í Hoyvík, og munurin var bert tvey mál, tá smáir sjey minuttir vóru eftir, men tá fór H71 undan og vann 33- 25. Karin Egholm skeyt átta mál fyri heimaliðið, meðan Silja G. Eystberg skoraði 10 ferðir fyri EB.
VÍF vann heili 40 -17 í Vági. Agnas Funn og Fríða Nolsøe Olsen skutu níggju mál í part fyri vestmenningar, sum liggja á 2. plássi við 23 stigum saman við H71.
4. dystin í SMS-deildini vann StÍF 29-23 á Stjørnuni.