Harmast um at fara úr heilsumálaráðnum

Harmast um at fara úr heilsumálaráðnum
Margit Stórá sigur, at heilsumál eru hjartamál hjá sær, men hon má eisini hugsa um tað, sum hevur týdning fyri Javnaðarflokkin
Margit Stórá er nú landsstýriskvinna í umhvørvismálum, og Súsanna Bertholdsen fer um at umsita heilsumál í landsstýrinum.
 
08.11.2024 - 15:15

Margit Stórá harmast um, at hon nú fer úr heilsumálaráðnum, tí hon sigur, at heilsumál eru hjartamál hjá sær.

- Men eg verði noydd at lyfta meg upp um tað, sum eg ynski mær, og hugsa, hvat hevur týdning fyri Javnaðarflokkin. Og málsøkini í umhvørvismálaráðnum hava eisini stóran týdning fyri Javnaðarflokkin, sigur Margit Stórá:

 

08112024_Margit

 

Løgmaður tilnevndi í dag Súsonnu Bertholdsen landsstýriskvinnu í heilsumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Trý landsstýrisfólk

Nú Súsanna Bertholdsen verður landsstýriskvinna, hevur Suðuroyggin tilsamans trý landsstýrisfólk.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at tað hevur týdning fyri Javnaðarflokkin eisini at hava landsstýrisfólk úr Suðuroynni, tí har er flokkurin sterkur. Hann leggur eisini dent á at varðveita kynsjavnvágina í landsstýrinum: 

 

08112024_Aksel_um_Susonnu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878