- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey sjálvbodnu í miðdepilin
Ítróttasamband Føroya setir tey sjálvbodnu í miðdepilin næstu dagarnar.
Jesper Frigast Larsen fer at tosa um "frivillighed under pres". Hann hevur arbeitt við ítrótti alt sítt lív í danska golfsambandinum, Team Danmark og Dansk Idræts Forbund, har hann millum annað hevur havt ábyrgdina fyri donsku OL-luttøkuni fleiri ferðir, skrivar ÍSF.
Afturat hesum verður sofaprát við nøkur av teimum sjálvbodnu, sum leggja lív og sál í arbeið í ítróttafeløgum kring landið.
- Eg tori at siga, at tey sjálvbodnu eru grundarlagið undir øllum ítróttalívi og øllum ítróttafelagsskapum í Føroyum. Uttan tey bar einki til. So avgjørdur er Magnus Tausen, varaforseti í ÍSF.
Tiltøkini eru ókeypis og eru ætlað nevndarlimum, venjarum, íðkarum, foreldrum og øðrum áhugaðum kring landið. Tey byrja kl 19.00 hvørt kvøld og eru umleið tveir tímar.
Skráin:
23. oktober, Ítróttarhúsið á Svangaskarði. Eldsál: Hanna Olsen, Víkingur
24. oktober, Trongisvágs skúli. Eldsál: Otto Gram, TB Flogbóltur
27. oktober, Skúlin á Giljanesi. Eldsál: Christina Ravnsfjall, 07 Vestur
28. oktober, Skúlin á Skúlatrøð. Eldsál: Sonja Kjølbro, Klaksvíkar Róðrarfelag
29. oktober, Kantinan hjá Føroya Tele í Hoyvík. Eldsálir: Jógvan K. Glerfoss, Bragdið og Súsanna Maria Hansen, B36