Nýtt skjal: Løgtingsstjórin frámælir kanningarstjóra

Nýtt skjal: Løgtingsstjórin frámælir kanningarstjóra
Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, skrivaði 10. oktober landsstýrismálanevndini eitt nýtt notat, har hann stendur fast við fyribilsniðurstøðuna um Ingilín D. Støm
Johnhard Klettheygg, løgtingsstjóri, mælti landsstýrismálanevndini at halda fast við fyribilsniðurstøðuna
 
22.10.2024 - 22:45

Tað er ikki neyðugt at seta kanningarstjóra. Ingilín D. Strøm hevur sagt ósatt fyri løgtinginum. Og onki grundarlag er fyri at broyta fyribilsniðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini.

Hetta eru høvuðsniðurstøðunar í einum nýggjum notati, sum Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, skrivaði til landsstýrismálanevdina eftir, at Ingilín D. Strøm hevði sent nevndini stítt endaliga hoyringarskriv tann 7. oktober.

Í notatinum frá Johnhardi Klettheyggj, sum er dagfest tann 10. oktober - altso tríggjar dagar seinni - verður svarað uppá tey ivamál og tey uppáhald, sum landsstýriskvinnan og advokatur hennara, Anfinn Vitalis Hansen, koma við.

 

Nevnd ella kanningarstjóri

Fyrst er tað sjálvur spurningurin, um nevndin sjálv kann koma við einari niðurstøðu.

Anfinn Vitalis Hansen, advokatur hjá Ingilín D. Strøm, sigur í hoyringarskrivinum, at:

"í viðmerkingunum til § 38 í Stýrisskipanarlógini er ásett, at nevndin ikki kann gera niðurstøðu í málum, tá hon heldur okkurt ólógligt er farið fram, men at hon skal krevja at fáa ein kanningarstjóra settan".

Til hetta svarar Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri:

"Hetta er ikki rætt. Í lógini og viðmerkingunum stendur, at nevndin kann krevja at fáa ein kanningarstjóra settan. Hvørt biðið er um kanningarstjóra ella ikki, hevur í stóran mun verið stýrt av, hvussu stórt í vavi ella torskilt eitt mál hevur verið, og harvið hvussu nógv orka krevst at kanna og viðgera málið. Hetta málið er eftir okkara fatan ikki av slíkum slagi, at tað ikki letur seg kanna í nevndini sjálvari."

 

Sagt ósatt ella ei
Sìðani er tað spurningurin, um Ingilín D. Strøm yvirhøvur segði ósatt. Her sigur løgtingsstjórin:

"Stórur partur av orðaskiftinum hendan dagin, og so at siga alt orðaskiftið undir 2. viðgerð, bygdi á frágreiðingina frá Landsgrannskoðanini, sum sigur, at støðan hjá Bústøðum er ivasom, tá tað kemur til haldførið. Umhvørvismálaráðið sigur í viðmerkingum sínum á bls. 5, at landsstýriskvinnan kendi hesa frágreiðingina, men at hon “var komin víðari”, tá hon sigur, at hon ongar ábendingar hevur um fíggjarligar avbjóðingar, og sipaði her til eina kanning, sum var á veg frá grannskoðarafyritøkuni Januar. Eftir stendur, at hóast spurd fleiri ferðir, sigur landsstýriskvinnan seg “ongar ábendingar” hava ella hava fingið um, at trupulleikar eru við haldførinum. Hetta fær illa verið annað enn at siga ósatt fyri tinginum, uttan mun til, hvussu hetta verður vent og snarað".

 

Tilmæli
Og so er tað sjálvt fakliga tilmælið frá løgtingsstjóranum til landsstýrismálanevndina. Skal niðurstøðan broytast ella skal kanningarstjóri setast. Her svarar Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri:

"Eg haldi við støði í tí, sum er nevnt omanfyri, ikki grundarlag vera fyri at broyta uppskotið til niðurstøðu hjá Landsstýrismálanevndini við støði í viðmerkingunum frá Umhvørvismálaráðnum".

Hetta var altso nýggja fakliga tilmælið frá løgtingsumsitingini, sum landsstýrismálanevndin hevði á borðinum, tá hon fór á fund týsmorgunin, og seinni um dagin kom til ta niðurstøðu, at ein kanningarstjóri skal setast at kanna málið víðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547
Mikudag 25. desember
Brotið
185554
Mikudag 25. desember
Andakt við Silasi Olofson
185552
Mikudag 25. desember
Gudstænasta úr Havnar kirkju
185555
Mikudag 25. desember
Jól í Narnia
185540