
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava fleiri túrar í Kalsoynna
Vilja hava fleiri túrar í Kalsoynna
30.000 fólk hava sæð gravsteinin, sum er reistur yvir James Bond, og Kópakonan dregur framvegis nógv fólk í oynna

Stjórin í VisitKalsoy heldur, at Sam eigur at gera fleiri túrar um dagin.
Mynd: Visit Kalsoy
21.10.2024 - 13:00
- Neyðugt er at javna ferðsluna út í Kalsoynna og at sigla fleiri túrar. Støðan er ikki góð í løtuni.
Tað sigur Olivur Thomsen, stjóri í Visit Kalsoy, nú ferðafólkastreymurin í Kalsoynna veksur.
Kópakonan og steinurin, sum er reistur James Bond til minnis, draga nógv ferðafólk í Kalsoynna. (Mynd: Visit Kalsoy)
Dimma.fo skrivaði um vikuskiftið, at 30.000 fólk hava sæð gravsteinin, sum er reistur yvir James Bond, og Kópakonan dregur framvegis nógv ferðafólk í oynna.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
21102024_Kalsoy
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV