- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bústaðir: Trý viðurskifti fáa Landsgrannskoðanina at ivast í haldførinum
Men prinsippið er bent, fyri at fáa húsaleiguna lægri.
Húsaleigan dekkar 70 prosent av byggikostnaðinum, og uppsparingin til nútímansgerð er í fleiri førum minkað.
Hesi viðurskiftini vísir Beinta Dam, stjóri í landsgrannskoðanini, á í Norðlýsinum. Hon váttar fyri Kringvarpinum, at trý viðurskifti eru, sum fáa hana at ivast í, hvussu haldførur fíggingarhátturin hjá Bústøðum er.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
Undir aktuella spurninginum, um Ingilín D. Strøm segði satt ella ikki fyri løgtinginum, tá hon segði, at hon ongar ábendingar hevði um at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum liggur kjarnin í málinum : Er mátin, Bústaðir fíggjar sínar íbúðir tryggur – ella er hann ivasamur?
Sambært landsgrannskoðanini er orsøk at ivast í mátanum.
Beinta Dam, stjóri fyri landsgrannskoðanina, hevur svarað Norðlýsinum, hvørjar ábendingar hon sipaði til, tá hon í summar skrivaði til Landsstýrismálanevndina, at fleiri og týðiligar ábendingar vóru at síggja um at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Húsalánsgrunninum.
(Húsalánsgrunnurin og Bústaðir eru tað sama – “Bústaðir” er bert eitt navn, Húsalánsgrunnurin fekk sær afturat í 2012.)
Í Norðlýsinum sker Beinta Dam út í papp, hvørjar ábendingar um ivasamt haldføri hon tosar um:
"Í høvuðsheitum eru tað hesi trý viðurskiftini, sum Landsgrannskoðanin hevur lagt dent á:
-
Húsalánsgrunnurin roknar húsaleiguna grundað á 70% av byggikostnaðinum.
-
Húsalánsgrunnurin hevur ikki læst rentuna.
-
Húsalánsgrunnurin tekur ikki fult grunsgjald í øllum leigumálum.”
Leigan fíggjar ikki byggikostnaðin
Tá Bústaðir (ella Húsalánsgrunnurin) byggja íbúðir, so var upprunaligi leisturin at húsaleigan hjá teimum, ið búgva í íbúðini, skal roknast út eftir, hvat bygningurin hevur kostað at byggja OG fíggja OG reka. OG – eitt gjald fyri langtíðarviðlíkahald og eitt grunsgjald skulu leggjast omaná. Vit koma aftur til grunsgjaldið.
Men – húsaleigan hevur verið hildin at vera ov høg. Í mai mánaða setti Bústaðir til dømis leiguna á nýbygdum íbúðum í Streymnesi niður fyri at fáa leigarar.
Men hetta er ikki tað einasta, sum er gjørt fyri at fáa leiguprísin niður – stýrið fyri Húsalánsgrunnin hevur sambært landsgrannskoðanini gjørt av, at húsaleigan skal roknast av 70% av byggikostnaðinum býtt yvir 30 ár. Sostatt kann húsaleigan ikki fíggja byggikostnaðin. Upprunaliga leiðreglan um at húsaleigan skal vera tað, tað kostar at byggja og viðlíkahalda íbúðina, er tí slept.
Beinta Dam sigur við Norðlýsið, at spurningin um, hvussu tey 30 prosentini skulu fíggjast, hevur Landsgrannskoðanin ikki fingið frágreiðing um, annað enn at tað skal rindast aftur seinni við endurfíggingini.
Rentan kann sveiggja
Eitt annað, sum bendir á, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum, er, at Húsalánsgrunnurin hevur ikki læst rentuna. Tá húsaleigan er roknað, er hon roknað út frá lægstu rentuni, sum Húsalánsgrunnurin sjálvur kundi læna út til, tá hann bjóðaði orkulán. Tað er ein renta upp á 2,75%. Í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini frá mars í ár verður sagt at: “Bústaðir hava ikki tikið lán til hvørja byggiverkætlan sær, men rokna fíggingarkostnaðin við einari rentu, sum ikki er fingin á marknaðinum. Hetta kann koma Bústøðum í ein rentuváða.”
Frágreiðingin siterar grannskoðanina hjá Húsalánsgrunninum. Í protokollini fyri 2022 verður sagt, at við núverandi rentustigi áleið 3%, og núverandi gjaldi, svarar afturgjaldstíðin til áleið 45 ár, og má tí roknast við, at lánsgevarin fer at hækka gjaldið. Tað vil ávirka gjaldførið negativt, og eigur leiðslan at hava tað fyri eyga og dagføra rakstrarætlanina samsvarandi.”
Landsgrannskoðanin tekur samanum og sigur, at leiðslan sostatt eigur athava hækkaðu rentuna fyri eyga og dagføra rakstrarætlanina samsvarandi.
Spara ikki upp sum ætlað
Tann triðja ábendingin, sum Beinta Dam peikar á í Norðlýsinum, er – grunsgjaldið. Grunsgjaldið er eitt gjald, sum skal í Húsalánsgrunnin. Ein uppsparing, sum skal nýtast til framhaldandi nýtímansgerð, og at byggja nýggjar íbúðir. Grunsgjaldið skal sum meginregla vera tíggju prosent av húsaleiguni. Um ikki nokk verður goldið inn, so er ikki nokk til at gera í stand fyri – ella til framtíðar byggiætlanir.
Í frágreiðingini, sum Landsgrannskoðanin lat landsstýrismálanevndini, sæst, at Bústaðir í fleiri førum hevur givið avsláttur upp á grunsgjaldið. Eitt nú eru bert 2,4 prosent av húsaleiguni í íbúðum á Óðinshædd til grunsgjald, og í íbúðarverkætlanini í Vestmanna er einans 0,7% ætlað at fara til hesa uppsparing.
Landsgrannskoðanin staðfestir, at minni enn ætlað sostatt verður spart upp, men hevur eisini sjálv eina frágreiðing til støðuna:
“Av tí at Føroyar ikki hava ein bústaðamarknað, har tað, áðrenn bygt verður, ber til at siga júst, hvat húsaleigan skal verða, hevur verið neyðugt at slaka húsaleiguna fyri at fáa leigarar. Einasti táttur at slaka við er grunsgjaldið, tí restin av húsaleiguni er so at siga beinleiðis kostnaður, og kann ikki slakast, undantikið gjaldið til langtíðarviðlíkahald”, verður sagt í frágreiðingini.
Sostatt kann sigast, at landsgrannskoðarin skilur støðuna hjá Bústøðum, at skal leigan dekka allar kostnaðir, so verður hon ov høg til, at tey, sum standa á lista at fáa íbúð, fáa sagt ja takk. Hinvegin – so er ongin annar fíggingarháttur tøkur sum nú er.
Pengarnir eru ikki tryggir
Pengarnir, sum verða goldnir inn í Húsalánsgrunnin sum uppsparing til at gera í stand fyri og at gera nýggjar íbúðir, eru ikki púra tryggjaðir til endamálið. Tað ber til hjá landsstýrinum at fáa teir út, og nýta teir til okkurt heilt annað.
- Av tí at Húsalánsgrunnurin ikki er ein grunnur, og at upphæddirnar, sum verða tiknar inn til langtíðarviðlíkahald og grunsgjald, verða roknaðar sum vanlig inntøka, kann uppsparingin, sum Húsalánsgrunnurin skal hava fyri at fíggja nútímansgerð og nýbygging, rindast út sum vinningsbýti, tí peningurin er ikki vardur sum í einum grunni, skrivar Beinta Dam í viðmerking sínari til Norðlýsið.
Beinta Dam hevur sostatt enn eina ferð sagt, at hon metir, at ábendingar eru um, at Bústaðir kunnu fáa trupulleikar við haldførinum, sum frálíður. Tá húsaleigan, sum er ásett, ikki dekkar kostnaðin, fer at mangla í, sum frálíður.