Kringvarpið stroymir NM í vektlyfting

Kringvarpið stroymir NM í vektlyfting
Í dag klokkan 15 byrjar norðurlandameistarakappingin í olympiskari vektlyfting, sum í ár verður hildin í Føroyum. Kringvarpið stroymir kappingina í dag og í morgin
Niels Áki Mørk er ein av teimum, sum skulu kappast í NM í olympiskari vektlyfting um vikuskiftið
Mynd: Jóhan Fríðrikur Sanderson / Styrkisamband Føroya  
 
18.10.2024 - 10:47

Jenny Persson, Maibrit Reynheim Petersen, Julia Tormansdóttir Jacobsen, Pól Hendrikur Andreasen, Niels Áki Mørk og Sofus Bech umboða Føroyar í Norðurlandakappingini í olympiskari vektlyfting, sum verður í Runavík um vikuskiftið.

Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen skulu royna seg í dag, meðan hini fýra skulu á gólvið í Bylgjuni í morgin. Leif á Bøgarði skuldi eisini kappast, men hann hevur fingið ein skaða.

Knapt 80 lyftarar úr øllum norðurlondum vera við, og kappingin er sera hørð, segði Niels Áki Mørk í 3-2 mánakvøldið.

 - Vónirnar um gull eru ikki stórar. Har er kappingin øgiliga hørð, men um eg havi ein ordiliga góðan dag, so havi eg kjansin til silvur, heldur Niels Áki Mørk.

 

Kringvarpið stroymir kappingina

Kappingin byrjar klokkan 15 í dag, og heldur fram til í kvøld einaferð. Í morgin, leygardagin, byrja tey at lyfta klokkan 10:30.

Kringvarpið stroymir alla kappingina, og hon kann síggjast her: NM í olympiskari vektlyfting

 

Hvat er olympisk vektlyfting

Olympisk vektyfting er tvey ymisk lyft: Trekk (snatch) og stoyt (clean and jerk). Lyftarin hevur tríggjar royndir í hvørjum lyfti: Seks lyft tilsamans. Tann, ið lyftir mest samanlagt (tveykampur), er vinnari. 

Í hesi kappingini lyfta kvinnurnar í fýra vektflokkum, meðan menninir lyfta í trimum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772