- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunuætlan fyri Klaksvík til 2040
Kommunuætlan fyri Klaksvík til 2040
Kunningarfundur verður um ætlanina mánakvøldið
16.10.2024 - 09:20
Klaksvíkar kommuna hevur gjørt eina kommunuætlan fram til 2040, og fer mánakvøldið at hava almennan kunningarfund.
Í vár samtykti Klaksvíkar býráð at fara undir eina kommunuætlan, sum skal tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í framtíðina, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir.
Hetta merkir, at arbeiðið skal vera væl kjølfest í býráðnum, samstundis sum allir viðkomandi partar skulu kunnast, hoyrast og takast við í arbeiðið, sigur kommunan.
Endamálið við fundinum mánakvøldið er at greiða almenninginum frá arbeiðinum við heildarætlanini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV