Felagið "Gamli Jupiter" skal selja skipið víðari

Felagið "Gamli Jupiter" skal selja skipið víðari
Einasta endamálið hjá nýstovnaða smápartafelagnum "Gamli Jupiter" er at selja víðari skipið av sama navni
Gamli Jupiter
 
14.10.2024 - 19:46

Um dagarnar varð eitt nýtt smápartafelag sett á stovn - felagið nevnist "Gamli Jupiter", hevur heimstað í Hósvík, men hevur hollendskar eigarar. 

Nýstovnaða felagið keypti nótaskipið "Gamla Jupiter" frá reiðarínum Framherja í Fuglafirði. Prísurin er 43 milliónir krónur.

Tað er hollendska reiðaríið Jaczon Trawler, sum eigur smápartafelagið "Gamli Jupiter". Jaczon er eisini minnilutaeigari í reiðarínum Jupiter við heimstaði í Kollafirði.

Gunnbjørn Joensen í Hósvík er stjóri í nýstovnaða smápartafelagnum. Sambært honum var tað alla tíðina avtalan, at Framherji bara skuldi eiga "Gamla Jupiter" í stutta tíð - og at hollendska reiðaríið síðani skuldi keypa skipið aftur fyri somu upphædd

 

Gamli_Jupiter_141024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878