52 skip við 30.000 ferðafólkum koma á Havnina næsta ár

52 skip við 30.000 ferðafólkum koma á Havnina næsta ár
46 ferðafólkaskip vóru á Havnini í ár, og við teimum vóru 24.458 ferðafólk
Nógv ferðafólkaskip koma á Havnina. Næsta ár koma tilsamans 52 skip við umleið 30.000 ferðafólkum.
 
14.10.2024 - 08:30

Higartil er boðað frá 52 ferðafólkaskipum, sum koma á Havnina næsta ár.

30.000 ferðafólk koma næsta ár, sigur Tórshavnar havn.

Fyrsta skipið, sum kemur næsta ár, er Bolette, sum kemur 30. apríl. 

Seinasta skipið, Hamburg, í ár var á Havnini 1. oktober.

46 skip vóru í Havn í ár. 24.458 ferðafólk vóru við teimum. Trý skip avlýstu í ár. 

 

Hanus Mikkelsen er stjóri í Tórshavnar havn. 

 

Umhvørvisdálking

Í februar gjørdist Tórshavnar havn limur í EPI, Environmental Port Index.

EPI er ein dátugrunnur um umhvørvisdálking hjá ferðamannaskipum.

Skipini fáa stig. Lægri stigið er, minni dálkar skipið. 

Lægsta stigið í ár er 36. Tað hægsta er 91.

Hjá havnum, sum Tórshavnar havn vanliga samanber seg við, er stigatalið millum 40 og 47.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878