Ákæra Suðurkorea fyri at senda dronur yvir Pyongyang

Ákæra Suðurkorea fyri at senda dronur yvir Pyongyang
Hetta hevur einki upp á seg, sigur suðurkoreanski verjumálaráðharrin, sum vísir norðurkoreansku ákærunum aftur
Norðurkoreanski høvuðsstaðurin Pyongyang.
 
11.10.2024 - 15:46

Norðurkorea ákærir Suðurkorea fyri at senda dronur yvir høvuðsstaðin, Pyongyang, og kallar hetta fyri eina “politiska og hernaðarliga provokatión”, sum kann føra til vápnað stríð.

Tað sigur uttanríkisráðið í Norðurkorea, sambært Reuters.

Sambært Norðurkorea flugu dronurnar um náttina bæði í síðstu viku og í hesi vikuni, og sleptu fleiri anti-norðurkoreansk smárit yvir høvuðsstaðin.

Hendingin krevur hevnd, sigur Norðurkorea. 

Men søgan hevur einki upp á seg, tí herurin hevur ikki sent nakra dronu yvir Norðurkorea, upplýsir verjumálaráðharrin í Suðurkorea, sambært suðurkoreansku tíðindastovuni Yonhap.

- Tað hava vit ikki gjørt. Eg kennist ikki við støðuna, sigur Kim Yong-hyun, verjumálaráðharri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823