Tríggjar danskar lógir í Føroyum skulu broytast

Tríggjar danskar lógir í Føroyum skulu broytast
Stjórnin fer m.a. at skjóta upp at broyta útlendingalógina, so Føroyar og Grønland sleppa at skriva út langtíðarinnfararloyvi
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, kemur við frágreiðing um støðuna í ríkisfelagsskapinum, og uttanrikismálaráðharrin hevur frágreiðing um Arktis. 
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.10.2024 - 08:38

Danska stjórnin ætlar at koma við einari nýggjari lóg og broyta tríggjar danskar lógir, sum eru galdandi í Føroyum.

Tað stendur í løglistanum hjá stjórnini fyri hetta fólkatingsárið.

Nýggja lógin er um upplýsingar, tá pengar vera fluttir millum lond.

Reglurnar hjá Evropatinginum frá 2023 um slíkar pengaflytingar skulu eisini vera galdandi í Føroyum, ætlar stjórnin.

Lógin skal eisini tryggja, at pengaflytingar millum Føroyar og Danmark ikki vera forðaðar, tí Føroyar ikki hava eina skipan sum í Danmark, sum stýrir slíkum flytingum.

So er lógaruppskotið um, at Føroyar yvirtaka Íleggingargrunnin. 

 

Kreditt- og íløgufeløg og útlendingalógin

Lógin um krøv um eftirlit við kredittfeløgum og íløgufeløgum skal broytast, tí ES-reglurnar um krøv um kapital skulu setast í gildi í Føroyum.

Endamálið er at styrkja fíggjarligt støðufesti í Føroyum og tryggja samhandilin í ríkisfelagsskapinum. 

Og útlendingalógin skal broytast, so Føroyar og Grønland millum annað sleppa at skriva út langtíðarinnfararloyvi og taka samsýning fyri at skriva uppihalds- og arbeiðsloyvi.  

Tvær frágreiðingar eru eisini í løglistanum.

Forsætismálaráðharrin kemur við frágreiðing um støðuna í ríkisfelagsskapinum, og uttanrikismálaráðharrin hevur frágreiðing um Arktis. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656