Semja ger skattatrýst størri

Semja ger skattatrýst størri
Havbúnaðarfelagið heldur framvegis, at breiða semjan um tøkugjald og eykaskatt á alivinnuna millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin ikki er eitt stig rætta vegin
Alivinnan vil ikki vita av semjuni hjá samgonguni og Sambandsflokkinum.
 
09.10.2024 - 06:38

Havbúnaðarfelagið heldur framvegis, at breiða semjan um tøkugjald og eykaskatt á alivinnuna millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin ikki er eitt stig rætta vegin. Tvørturímóti. 

Tað sigur felagið í hoyringarskrivi um uppskotið um eykaskatt, átta prosent, á alifeløg.

Landsstýrið skjýtur upp, at alifeløgini gjalda eykaskatt av tí partinum av skattskyldugu inntøkuni, sum stavar frá virkseminum, tað er frá smoltframleiðslu til sjógvaaling og tøku. 

Havbúnaðarfelagið sigur, at hesin skatturin ger skattatrýstið á alivinnuna nógv størri.

Ein skipan, sum byggir á vinning, gevur størri tryggleika og stimbrar hugin at gera íløgur og nýskapanir, sigur Havbúnaðarfelagið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878