Sjey vilja vera aðalstjóri í Heilsumálaráðnum

Sjey vilja vera aðalstjóri í Heilsumálaráðnum
Ætlanin er at avgreiða málið í hesum mánaðinum, sigur løgmansstjórin
Sjey umsóknir eru til starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.
 
07.10.2024 - 12:57

Sjey fólk hava søkt starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

John Rajani, løgmansstjóri, sigur, at arbeiðið at finna nýggjan aðalstjóra byrjar beinanvegin, og ætlanin er at avgreiða málið í hesum mánaðinum.

Bjørgfríð Ludvig hevur verið fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum síðan 1. januar í ár.

 

Bjørgfríð Ludvig. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hon tók við, eftir at Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir løgfrøðiligari ráðgeving, gav Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, ætlanarskriv um tænastumannakanning.

Og síðst í juni var avgerð tikin um at geva Turid Arge eina átalu. Hon fór tá frá sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, men var sett í starv sum ráðgevi í Løgmálaráðnum í staðin.

Starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum er áramálasett í sjey ár, men møguleiki er at leingja starvssetanina upp til trý ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656