
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi fótbóltsspælarin Johan Neeskens er deyður 73 ára gamal.
Tað skrivar niðurlendska fótbóltssambandið, KNVB, í tíðindaskrivi.
Neeskens var ein av týdningarmestu spælarunum hjá Niðurlondum og Ajax gjøgnum 1970-árini, og var millum annað liðfelagi hjá landsmanninum Johan Cruyff.
Neeskens var partur av Ajax liðnum, sum vann evropeisku kappingina fyri meistaralið trý ár á rað - frá 1971 til 1973.
Miðvallarin var eisini fimm ár í FC Barcelona, áðrenn hann endaði sína yrkisleið við at spæla fótbólt í USA og Sveis.
Á niðurlendska landsliðnum var hann við til at vinna HM-silvur bæði í 1974 og 1978, umframt bronsu í EM-endaspælinum í 1976.
Við Neeskens og Cruyff sum fremstu drívmegi, so mentu Ajax og Niðurlond tann kollveltandi totalfótbóltin. Ein tilgongd til fótbóltsspælið, sum síðan hevur verið brúkt av nógvum liðum kring heimin.