Vindur og høgætt

Vindur og høgætt
Veðurvánirnar fyri næstu dagarnar siga frá vindi og kulda
Grátt og stundum vátt í dag
Mynd: Sigrún Brend  
 
06.10.2024 - 14:25

Í dag strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, kanska við strongum hvirlum, samdrigið og regn, og hitin 4 - 9 stig.

Í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, samdrigið og regn. Um náttina stundum turt. Hitin 4 - 9 stig. 

Týsdagin frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, yvirhøvur samdrigið og okkurt ælið, men eisini onkur sólglotti, og hitin 3 - 8 stig.

Mikudagin frískur vindur upp í strúk norðan, okkurt ælið, og hitin 2 - 7 stig. 

Hósdagin minkar vindur niður í lot til frískt lot norðan, samdrigið og stundum regn, og hitin 1 - 6 stig.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Mikudag 20. november
Morgunlestur mikudagur 20.november 2024
183770
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749