Stóra kommunukanningin gevur vitan um, hvat borgararnir veruliga halda

bannari
Stóra kommunukanningin gevur vitan um, hvat borgararnir veruliga halda
"Vit hoyra ofta bara um kommunumál frá borgarstjórum og bygda- og býráðslimum, men í ov lítlan mun frá borgarunum," staðfestir Katrin Petersen, tíðindaleiðari í KVF
Katrin Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya (mynd: Bárður Lydersen)
 
03.10.2024 - 14:18

3.000 føroyingar hava svarað í stóru nøgdsemiskanningini, ið Kringvarp Føroya og Lóður hava latið gera í sambandi við kommunuvalið 12. november. 

Kanningin er tann fyrsta av sínum slag, ið hevur til endamáls at fáa eina mynd av, hvussu nøgdsemið hjá borgarunum í ymsu kommunum er. 

Stóra nøgdsemiskanningin er nú tøk her á heimasíðu Kringvarpsins

"Málið er at fáa størri vitan um, hvat borgararnir í ymsu kommununum veruliga halda um sína egnu kommunu," sigur Katrin Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya. 

"Vit hoyra ofta bara um mál frá borgarstjórum og av og á frá andstøðuni, men í ov lítlan mun frá teimum, ið gjalda: Borgarunum í kommununi. Hetta er ein roynd at bøta upp á hetta holið í kunnleikanum hjá miðlum og hjá okkum øllum."

 

>>Sí kanningina her 

 

Mangla upplýsingar

Kanningin fevnir um allar føroyskar kommunur, uttan Skúvoyar kommunu, ið snøgt sagt er ov lítil til, at tað verður ein hagfrøðisliga eftirfarandi kanning. Tískil verður nøgdsemið í Skúvoyar kommunu dekkað á annan hátt, lovar tíðindaleiðarin. 

"Kommunukassarnir fáa meir enn helvtina av tí, føroyski borgarin rindar í skatti. Fyri peningin fáa vit tænastur, sum eru grundleggjandi fyri okkara gerandisdag, so sum barnagarðar, ellisheim, vegir, ítróttahallir, grøn øki, arbeiðsmøguleikar og byggilendi. Tað er í veruleikanum upplagt at spyrja: Eru vit nøgd við tænastuna, vit fáa?" spyr Katrin Petersen.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Nøgdsemiskanningin spyr eisini, hvussu fólk uppliva tað at vera borgari í kommununi. Halda tey, at borgararnir í kommununi eru samansjóðaðir? Høvdu tey mælt øðrum at flutt til kommmununa? Hvat halda tey, at onnur halda um teirra kommunu?

"Vit halda, at tað hevur stóran týdning, at kanningin er gjørd fyri allar Føroyar, so vit kunnu samanbera kommunurnar á nógvum ymsum økjum. Tað er sera áhugavert at spyrja: Hevur tað nakran týdning fyri nøgdsemið, at kommunan er stór ella lítil? At hon inniheldur fleiri bygdir? At hon er rík? Bæði vit, Lóður og annars øll, ið vilja, kunnu nú fara og granska hesi tingini nærri," sigur Katrin Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477