Ferðastuðulin minkar tvær milliónir

Ferðastuðulin minkar tvær milliónir
Lágmarkið er nú 20 kilometrar, men tað skal broytast til 30 kilometrar
Stuðulin til teirra, sum sigla, ella brúka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, minkar eina krónu hvønn vegin.
 
02.10.2024 - 18:00

Landsstýrið ætlar at spara tvær milliónir krónur um árið við at lata minni í stuðli til ferðaútreiðslur.

Nú ber til at søkja um stuðul til ferðaútreiðslur tvær ferðir um árið, men tað skal broytast til eina ferð um árið.

Og lágmarkið er nú 20 kilometrar - tað skal broytast til 30 kilometrar.

Skotið verður millum annað upp at strika stuðul fyri tyrluflúgving. 

Stuðulin verður eina krónu minni fyri kilometurin.

Stuðulin til teirra, sum sigla, ella brúka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, minkar eina krónu hvønn vegin.

 

Í ár er rentustuðilin mettur at vera 85 mió. kr. netto. (Savnsmynd)
 

Rentustuðulin

Talan hevur eisini verið um at minka rentustuðulin, men einki er komið um tað í løgtingið. 

Sambært fíggjarlógini roknar landsstýrið við at brúka 73,5 mió. kr. netto í rentustuðli næsta ár, tí rentan lækkar. 

Í ár er rentustuðilin mettur at vera 85 mió. kr. netto. 

Síðani 2014 hevur rentustuðulin verið 35 prosent, - landið rindar 19,5 prosent og kommunurnar 15,5 prosent.

Síðani 2018 er stuðul latin til rentur, sum í mesta lagi eru 100.000 kr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050