Bora Tjørnuvíkartunnilin næsta ár

Bora Tjørnuvíkartunnilin næsta ár
Peningur var settur av á fíggjarlógini til projekteringina í fjør, og í ár er játtan til at gera verkætlanina lidna
Gongst sum ætlað, verður sett á at bora tunnilin til Tjørnuvíkar næsta ár.
 
02.10.2024 - 15:41

Næsta ár verður eftir ætlan farið undir at bora tunnilin til Tjørnuvíkar, sigur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

Peningur var settur av til projekteringina í fjør, og í ár er játtan til at gera verkætlanina lidna.

Á fíggjarlógini næsta ár er játtan eisini sett av til Tjørnuvíkartunnilin, og gongst sum ætlað, verður farið at bora, tá komið er nakað út á árið í 2025.

Dennis Holm, landsstýrsmaður, sigur, at samgongan hevur raðfest Tjørnuvíkartunnilin, so sambandið við restina av landinum verður á sama stigi sum í øðrum pørtum av landinum.

Eftir ætlan verður tað tunnilstoymið hjá Landsverki, sum fer at bora tunnilin, og harumframt verða fleiri veitarar knýttir at verkætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050