Fara undir at smíða nýggja kalsoyarferju næsta ár

Fara undir at smíða nýggja kalsoyarferju næsta ár
Klárt er at gera verklagslóg og at bjóða arbeiðið út
Væntandi fer tað at taka tvey ella trý ár at smiða nýggju kaloyarferjuna.
 
30.09.2024 - 15:45

Næsta ár er ætlanin at fara undir at byggja nýggja kalsoyarferju fyri Sam.

Á fíggjarlógini eru 20 milliónir kr. av settar av til skipið, og væntandi tekur byggingin tvey til trý ár, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Nýggja skipið verður umleið 43 metrar langt, 12,5 metrar breitt og siglir 11 míl, og er nakað størri enn Sam.

 

Flotin skal endurnýggjast

Nýggja kalsoyarferjan er fyrsta stigið í ætlanini hjá landsstýrinum at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni.

Í fjør og í ár var játtan sett av til at prosjektera tey nýggju skipini - eitt miðal skip og eitt minni skip.

MEST vann útboðið at prosjektera bæði skipini, og hevur saman við Strandfaraskipum Landsins og fylgibólkum nú prosjekterað miðal skipið liðugt.

Nú er klárt at fara undir at gera verklagslóg og bjóða út at smíða kalsoyarskipið.

Bæði miðal og smærru skipini fara at sigla við battaríum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050