83 milliónir í halli næsta ár

83 milliónir í halli næsta ár
Íløgurnar á fíggjarlógini 2025 vera 613 milliónir kr.
Ruth Vang, landsstýriskvinna.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
30.09.2024 - 10:44

Hallið á fíggjarlógini næsta ár verður 83 milliónir kr.

Tað upplýsti Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tá hon legði uppskotið um fíggjarlóg fyri 2025 fram fyrrapartin.

Samlaðu inntøkurnar í 2025 verða sjey milliardir og 436 mió. krónur, og útreiðslurnar sjey milliardir og 519 mió. kr. Hetta eru rakstrar-, løgu- og lánsútreiðslur.

Rakstrarútreiðslurnar eru seks milliardir 906 mió. krónur, og løgu- og løgukendar útreiðslur eru 613 mió. kr. Av hesum fara 100 milliónir til Suðuroyartunnilin. 

Hallið verður sostatt 83 milliónir kr.

Les tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum her.

Les fíggjarlógaruppskotið her.

Les Búskaparfrágreiðing her

Uppskotið um fíggjjarlóg kemur til fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin. Síðani fer tað í fíggjarnevndina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050